Tíðindi

02. november 2026

Nýggj plakat varpar ljós á KT-trygd

Seinastu álopini á KT-skipanir kring heimin minna okkum á, at vit øll mugu vera á varðhaldi, tá ið tað snýr seg um KT-trygd. Eitt skeivt stig kann geva teldusníkum atgongd til nógv meira enn bara okkara egnu upplýsingar.

Í hesum sambandi hevur KT-deildin í Undirvísingarstýrinum gjørt eina áminningarplakat við nøkrum greiðum meginreglum, sum starvsfólk á skúlum og dagstovnum kunnu brúka og deila.

KT-trygdarmyndugleikar í londunum kring okkum staðfesta, at álopsfólk veruliga misnýta álvarsom trygdarhol í PHP, sum nógvar heimasíður byggja á.

Tí er neyðugt at fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt. Skúlar og leiðslur verða eggjað til at deila trygdarráðini víðari við at:

  • senda plakatina til starvsfólk, næmingar og lesandi
  • leggja plakatina á heimasíðuna og aðrar innanhýsis kunningarpallar
  • heingja plakatina upp á sjónligum støðum á skúlanum ella stovninum
  • taka evnið upp á fundum og í samrøðum við starvsfólk og næmingar

Tað er týdningarmikið, at boðskapurin røkkur út til so nógv sum gjørligt. Ein einstakur brúkari, sum ger eitt mistak, kann vera nóg mikið til at seta trygdina í vanda.

Hevur onkur illgruna um eitt trygdarbrot, skal viðkomandi beinanvegin ringja til KT-hjálpina í Undirvísingarstýrinum á telefon 610 900.

Niðanfyri sæst plakatin.

Her ber til at taka plakatina niður. Ver ansin - tak ongantíð kjansin!.pdf

 


02. november 2026
Nýggj plakat varpar ljós á KT-trygd
26. oktober 2026
Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið
15. oktober 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
09. oktober 2026
Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar