Fyrireikingarbreyt
Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn, Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja
Fyrireikingarbeytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni.
Undirvísingin á fyrireikingarbreytini er nakað øðrvísi enn hon, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv vanlig floksundirvísing er, men bólka- og verkætlanararbeiði, er eisini partur av gerandisdegnum. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum, men ætla sær víðari á eina styttri ella miðallanga hægri útbúgving. Undantakið er tó skapandi fyrireikingarbreyt, har upptøkukravið er 9. ella 10. floks fráfaringarprógv fólkaskúlans.
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig.
Kravdar lærugreinar
• Føroyskt A
• Søga A
• Enskt B
• Ítróttur og heilsa C
• Religión C
• Samfelagsfrøði C
• Støddfrøði C
Vallærugreinar
Á fyrireikingarbreytini skalt tú velja nakrar vallærugreinar.Tá hesar verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasaman-setingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
Ein mállærugrein á B-stigi ella danskt A
Eina lærugrein, ið verður lyft frá C til B
Eina náttúrulærugrein verður vald á C-stigi
Eina listalærugrein verður vald á C-stigi
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur atgongd at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn á útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær. Hetta kann t.d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinar á hægri stigi.
Skapandi Fyrireikingarbreyt:
Glasir bjóðar út eina skapandi fyrireikingarbreyt. Breytin er 3 ára gongd, ið fer at leggja seg eftir tvørfakligum samstarvi millum gymnasialar- og yrkisrættaðar lærugreinar, serliga innan tilvirkis- og klædnaatstøði. Tikið verður fult fyrireikingarprógv, umframt partar av klædna- og tilvirkisatstøði. Upptøkukrøvini eru, at viðkomandi skal hava staðið 9. ella 10. floks fráfaringarprógv fólkaskúlans. Breytin gevur góðar møguleikar til framhaldandi lestur, eitt nú innan design, arkitektur, námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, lærara o.a. - les meira um skapandi breytina her.*