Tíðindi

09. oktober 2026

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

Bárður Á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at lýsa starvið sum stjóri á Sjónámi í Klaksvík leyst. Ein týðandi uppgáva hjá nýggja stjóranum verður at viðvirka til at menna og styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar í Føroyum.
Síðani 2011 hevur leiðarin á Sjónámi víst til stjóran á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum formliga hevur verið stjóri fyri báðar skúlarnar. Hetta verður nú broytt, soleiðis at Sjónám fær sín egna stjóra við fullari leiðsluábyrgd. Nýggi stjórin fær ovastu ábyrgdina av øllum virkseminum á skúlanum og skal standa á odda fyri at menna og føra Sjónám inn í framtíðina.
Samstundis er ætlanin at skapa grundarlag fyri einum munandi tættari samstarvi millum Sjónám og Vinnuháskúlan, so útbúgvingar, skeið, læraraorka og útgerð verða gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt, og óneyðugar dupultfunktiónir verða avmarkaðar. Ætlanin er, at nýggi stjórin, saman við hinum pørtunum á økinum, skal vera við til at leggja eina heildarætlan fyri framtíðarsamstarvið millum skúlarnar til rættis.
Starvið verður sett frá 1. januar 2027.

Lýsingin sæst her.


09. oktober 2026
Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar
08. oktober 2026
Stjóri til Sjónám
29. september 2026
Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman
17. september 2026
Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar