Tíðindi

26. oktober 2026

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

Sernámsdeildin í Undirvísingarstýrinum bjóðar opna telefonráðgeving til dagstovnar. Tilboðið er ein beinleiðis avleiðing av eini verkætlan, har umboð fyri skúlar, dagstovnar og landsmyndugleikar luttóku, og har sum Barnaverkætlanin hevði ein týðandi leiklut. Í verkætlanini kom fram, at stórur tørvur er á lættari atgongd til fakliga sparring og vegleiðing í gerandisdegnum. Við opnu telefonráðgevingini roynir  Sernámsdeildin  at nøkta tørvin.

Endamálið við opnu telefonráðgevingini er at virka sum eitt fyribyrgjandi átak, har starvsfólk á dagstovnaøkinum kunnu venda sær til sernámsfakfólk við spurningum og ivamálum, sum stinga seg upp í arbeiðinum við børnum og ungum. Ráðgevingin tekur støði í ítøkiligum støðum úr gerandisdegnum og gevur fakligan íblástur til møgulig næstu fet. Tilboðið er dulnevnt og fevnir ikki um málsviðgerð ella visitatión.

Faklig ráðgeving verður veitt vikuliga innan talu og samskifti, sálarfrøði og sernámsfrøði, meðan ráðgeving innan tekn til talu og ergoterapi verður veitt einaferð um mánaðin. Opna telefonráðgevingin verður eftirmett og tillagað komandi tíðina.

Við opnu telefonráðgevingini ynskir Sernámsdeildin at styrkja samstarvið við stovnarnar kring landið, og arbeiða fyri, at starvsfólk fáa skjótan og viðkomandi fakligan stuðul, tá ið tørvur er á tí. Málið er at lofta støðum tíðliga og at fyribyrgja, at tørvurin gerst meiri umfatandi.

Opna telefonráðgevingin er tøk hvønn fríggjadag frá kl. 10-12 og hevur telefon nr.  360200

Meira kann lesast um telefonráðgevingina á heimasíðuni hjá Sernám.


26. oktober 2026
Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið
15. oktober 2026
Sign up for Faroese as a second language for adult newcomers
09. oktober 2026
Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar
08. oktober 2026
Stjóri til Sjónám
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar