Tíðindi
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Turid Vang Frederiksen í starv, sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt frá 1. Septembur 2026.
Turid er 50 ára gomul, er ættað úr Froðba og búsitandi í Hoyvík.
Hon hevur tikið læraraútbúgving í 2013. Áðrenn Turid varð útbúgvin lærari, var hon útbúgvin granskoðaranæmingur við HD. Hon er farin undir eftirútbúgving innan leiðslu.
Turid hevur drúgvar undirvísingarligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon leiðsluroyndir í privatu vinnuni, sum rokniskaparleiðari og fíggjarleiðari.
29. september 2026
Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman
17. september 2026
Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið
04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026