Tíðindi

02. juni 2026

Skúlastjóri í Sørvági

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Daniu Niclasen í farloyvisstarv, sum skúlastjóri í Sørvágs skúla frá 1. august 2026.

Dania er 40 ára gomul og er úr Miðvági.

Hon hevur tikið læraraútbúgving í UCN Hjørring í 2015, Professiónsbacelor í donskum, Linjugrein í søgu, B.Ed ískoytisútbúgving á Setrinum og Master í management and leadership í 2026.

Dania hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, bæði sum einalærari, lærari og á ser-økinum. Hon hevur seinastu 3 árini røkt skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla og hevur tí eisini viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða.


02. juni 2026
Skúlastjóri í Sørvági
26. mai 2026
Deildarleiðari at standa á odda fyri Sernámi
26. mai 2026
Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman
22. mai 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar