Tíðindi

17. mars 2026

828 vónríkir umsøkjarar hava søkt inn á miðnám í ár

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 828 umsóknir komnar inn. Tað er áleið tað sama sum í fjørð. Gongdin hevur annars verið minkandi síðan 2015, men tað tykist sum at stóra minkingin, sum hevur verið seinastu árini, er avhæsað.
645 umsøkjarar søktu inn á gymnasialu breytirnar. Tað vil siga 32 umsøkjarar fleiri í ár í mun til í fjør. Í alt 163 umsøkjarar søktu á yrkisnám í ár, sum er ein minking á 13 umsøkjarar í mun til í fjørð. Á yrkisnámi var el-breytin toppskorarin í ár, eins og í fjørð.
Um vit hyggja at breytunum á gymnasialum miðnámi, er stóri toppskorarin í ár, eins og undanfarin ár, náttúrubreytirnar. Á øllum trimum miðnámsskúlunum søktu flestu næmingarnir inn á náttúrubreytirnar. Búskaparbreytirnar vóru á øðrum plássi.
76 umsøkjarar søktu inn á hugbreytirnar, sum er ein minking á 12 umsøkjarar í mun til í fjør og 78 umsøkjarar færri í mun til 2022. Lutfalsliga er tað ymiskt, hvussu nógvir hugbreytanæmingar eru á gymnasialu breytunum á skúlunum. 33% av næmingunum í Miðnámi í Suðuroy hava søkt inn á hugbreyt, meðan tey sum hava søkt á hugbreyt eru 17% á Kambsdali og 9% á Glasir.
Í mun til kynsbýtið eru 55% av umsøkjarunum á miðnámi gentur og 45% dreingir. Genturnar eru betri umboðaðar á gymnasialum miðnámi, meðan dreingirnir eru munandi betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum – tó undantikið klædnaatstøði og hárfríðkan, har flestu umsøkjarar eru gentur. Hetta kynsbýtið sæst eisini aftur á skúlunum, har 77% av næmingunum á Tekniska Skúla í Klaksvík eru dreingir, meðan 65% av næmingunum á Miðnámi á Kambsdali og 55% av næmingunum á Glasir eru gentur.
20 umsøkjarar søktu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, 7 til Heilsuhjálpara og 13 til Námsfrøðihjálpara. Heilsurøktaraútbúgvingin verður ikki boðin út í hesum umfarinum, men verður boðin út seinni í vár.


01. juli 2026
Einalærari í Haraldssundi
30. juni 2026
Skúlastjóri í Porkeris skúla
30. juni 2026
Deildarleiðari settur fyri Sernám
12. juni 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt (endurlýsing)
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar