Tíðindi

30. mai 2024

Starv sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla

Um starvið

Í Húsar/Syðradals skúla verða tveir næmingar skúlaárið 2024/25. Næmingarnir koma at ganga í 2. og 4. flokki. Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Einalærarin undirvísir í flestu lærugreinum í Húsar/Syðradals skúla og eigur at átaka sær ein undirvísingarleiklut á Skúlatrøð í samráð við leiðsluna har, tann partin av undirvísingartíðini, tá ið næmingarnir í Húsar/Syðradals skúla ganga í skúla á Skúlatrøð.

Einalærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Einalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim, virka fyri góðum trivnaði og skipa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Húsar/Syðradals skúli hevur tætt skipað samstarv við skúlan á Skúlatrøð. Einalærarin í Húsar/ Syðradals skúla eigur at skipa tann partin av undirvísingartíðini, tá ið næmingarnir í Húsar/Syðradals skúla ganga í skúla á Skúlatrøð,  í tøttum samstarvi við skúlaleiðsluna á Skúlatrøð. Endamálið við skipaða samstarvinum við skúlan á Skúlatrøð er í høvuðsheitum at skapa góðar karmar fyri, at næmingarnir í Húsa/Syðradals skúla kunnu mennast í samspæli við aðrar næmingar.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari
  • viðkomandi starvsroyndir
  • førleika at taka neyðugar avgerðir og virka fyri trivnaði og menning
  • góð samstarvsevni
  • leiðsluútbúgving ella fara undir útbúgving innan leiðslu

 

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við tænastu í Húsar/Syðradals skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmælum skal verða Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 13. juni 2024 kl. 16.00.

Starvið verður sett frá 1. august 2024.

Umsóknin verður stílað til: Undirvísingarstýrið, postsmoga 9, Hoyvíksvegur 72, 110 Tórshavn ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Jónleif Johannesen, fulltrúa, jonleif@uvs.fo ella tel. 555062.

Undirvísingarstýrið er eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo 


21. november 2024
Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina
18. november 2024
Kom í lestrarstarv á Studna
18. oktober 2024
Skúlastýrisval 2024
14. oktober 2024
Starv sum skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.