Tíðindi

23. mai 2024

Cecilia Nolsøe Sørensen sett sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ceciliu Nolsøe Sørensen í starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla frá 1. august 2024 at rokna.

Cecilia Nolsøe Sørensen er útbúgvin lærari í 2016. Cecilia hevur starvast í Tvøroyrar skúla síðani 2016, har hon fyri tað mesta hevur starvast í grunddeildini, sum húsast í Trongisvági. Cecilia er 38 ár og býr í Trongisvági. Afturat læraraútbúgvingini er Cecilia lifecoach umframt bachelor í ”erhvervsøkonomi og psykologi”, sum er eitt gott  førleika íkast í arbeiðinum sum fyrstilærari.


25. november 2026
Stjóri er settur á Sjónámi
20. november 2026
Undirvísingarstýrið stongt mánadagin 23.11.26
16. november 2026
Ráðgeving eftir Karlstad-leistinum væntandi víðkað frá komandi ári
03. november 2026
Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Mannagongdir
Vegleiðingar, mannagongdir og oyðubløð til skúlar