Tíðindi

15. mai 2024

Bára Traustadóttir fyrstilærari í Nólsoyar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Báru Traustadóttir í starv sum fyrstilærara í Nólsoyar skúla frá 1. august 2024 at rokna.

Bára Traustadóttir er útbúgvin  lærari  í 2005 úr Íslandi og hevur starvast í Nólsoyar skúla síðani 2007, og hevur hon sostatt drúgvar royndir sum lærari í barnaskúlanum.  Bára Traustadóttir  er 61 ára gomul og býr í Nólsoy.  Umframt læraraútbúgvingina er Bára Traustadóttir útbúgvin námsfrøðingur í 1984 og hevur arbeitt innan hetta yrki í fleiri ár. Eisini hevur Bára Traustadóttir tikið fleiri skeið, sum stuðla undir fakligu menningina í skúlanum


11. juni 2025
Skúlastjóri á Fossánesi
10. juni 2025
Einalærari í Haraldssunds skúla
05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
03. juni 2025
Skúlastjóri til Velbastaðar skúla
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.