Tíðindi

LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM
Í fólkaskúlanum verða bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár. Føstu størvini og tíðaravmarkaðu størvini fyri 1 heilt skúlaár, verða sett frá 1. august 2022. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja í flestu skúlum, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:
Á Skúlatrøð, www.skulatrod.fo 3 lærarastørv
Eiðis skúli, www.eidisskuli.fo 1 lærarastarv
Fuglafjarðar skúli, www.ffs.fo 1 lærarastarv
Hoyvíkar skúli, www.hoy.fo 1 lærarastarv
Hvalbiar skúli, www.hvsk.fo 1 lærarastarv
Kollafjarðar skúli, www.kol.fo 1 lærarastarv
1 lærarastarv frá 1/9-22
Runavíkar Kommunuskúli, www.rks.fo 6 lærarastørv
Sandoyar Meginskúli, www.meginskulin.fo 1 lærarastarv
Sankta Frans skúli, www.sfs.fo 2 lærarastørv
Skúlin á Argjahamri, www.sah.fo 5 lærarastørv
Skúlin á Fløtum, www.saf.fo 2 lærarastørv
Skúlin í Eysturkommunu www.skeyk.fo 2 lærarastørv
Skúlin við Streymin www.svs.fo 2 lærarastørv
Stranda skúli www.strandaskuli.fo 1 lærarastarv
Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum, sum tygum finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum, www.uvs.fo, undir fólkaskúlanum. Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum sett/settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, verður heitt á tygum um at seta tygum í samband við leiðslu skúlans.
Undirvísingarstýrið, 30/5-2022

LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM

Kt-ráðgevi til Undirvísingarstýrið

Starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni
